Nýggj dátuverndarlóg í gildi á nýggjárinum – fyrstu vegleiðingarnar eru almannakunngjørdar

Komandi mánaðirnar fer Dátueftirlitið at kunna um innihaldið í nýggju lógini. Fleiri vegleiðingar eru á veg og skipað fer at vera fyri kunningartiltøkum.

Dátueftirlitið hevur gjørt eina síðu https://dat.fo/datuverndarlogin/ ,sum snýr seg um nýggju dátuverndarlógina. Har kunnu nýggju vegleiðingarnar lesast, og so hvørt sum meira tilfar er tøkt, verður tað lagt á hesa síðu.

 

Tvær tær fyrstu vegleiðingarnar eru Innleiðsla í reglurnar í dátuverndarlógini og Fyrireiking til 1. Januar 2021.


Innleiðsla í reglurnar í dátuverndarlógini

Hetta er ein innleiðsla til nýggju reglurnar í dátuverndarlógini, sum kemur í gildi 1. januar 2021. Talan er um eina yvirskipaða innleiðslu. Nógvar av reglunum í dátuverndarlógini føra víðari galdandi rætt, tó at onkur nýbrot eru. Við at lesa hesa vegleiðing fært tú eina almenna innleiðslu í dátuverndarøkið.

 

Les vegleiðingina á hesi leinkju: “Innleiðsla í reglurnar í dátuverndarlógini”.

 

Fyrireiking til 1. januar 2021

Henda vegleiðing setir 10 spurningar, sum allir dátuábyrgdarar eiga at seta sær í fyrireikingini til at nýggja dátuverndarlógin kemur í gildi á nýggjárinum.

 

Spurningarnir, sum vera viðgjørdir í vegleiðingini:
 

1. Kenna tit dátuverndarlógina?

2. Hvørjar persónupplýsingar viðgera tit?

3. Hvørja kunning geva tit skrásettum?

4. Hvussu uppfylla tit rættindini hjá teimum skrásettu?

5. Hvør er heimildin fyri viðgerðini, sum fer fram?

6. Hvussu fáa tit samtykki frá skrásetta?

7. Hvat gera tit um brot er á persóndátutrygdina?

8. Er váðin høgur við viðgerðini hjá tykkum?

9. Er dátuvernd bygd inn í tykkara KT-skipanir?

10. Hvør hevur ábyrgdina av dátuverndarspurningum hjá tykkum?


Les vegleiðingina á hesi leinkju: “Fyrireiking til 1. januar 2021”