Nýggj byggisamtykt fyri Tvøroyrar Kommunu

Tvøroyrar Býráð hevur samtykt uppskot til nýggja byggisamtykt fyri Tvøroyrar Kommunu á fundi 12. apríl 2011.


Sambært Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009, skal, áðrenn uppskot um byggisamtykt verður sent landsstýrismanninum, tað verða lagt fram í minsta lagi 3 vikur til alment eftirlits á einum fólki atkomuligum staði.


Mótmæli móti uppskotinum, og broytingaruppskot mega verða send kommunustýrinum skrivliga, áðrenn 6 vikur eru lidnir frá kunngerðardegnum. Almenna framløgan er frá 24. august til 14. september 2011 á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, og kærufreistin er 5. oktober 2011.


http://tvk.fo/files/BYGGISAMTYKT_tvoroyri_2011_samtykt_12_04_2011.pdf