Nýbygningur nr. 40 farin til Orknoyggjar

Skotska alifyritøkan, Cooke Aquaculture Scotland, er farin at keypa alibátar frá KJ.  Í juli mánaða bleiv ein tvíkilja latin til eitt alibrúk í Hetlandi, og nú er ein tvíkilja latin til eitt alibrúk hjá teimum í Orknoyggjum.

Seinnapartin í gjár loysti tvíkiljan, Emerald, av Fuglafirði og setti kós móti Tórshavn har hon verður hiva umborð á Hav Streym og síðan frakta til Lerwick í Hetlandi, har hon verður handað eigarunum Cooke Aquaculture Scotland. Emerald er tann seinna av tveimum tvíkiljum, sum Cooke Aquaculture Scotland hevur bílagt frá KJ á Kambsdali.

Emerald skal brúkast á einari alistøð á oynni Mainland, í Orknoyggjum. Tvíkiljan, Sapphire, sum bleiv latin fyritøkuni í summar, bleiv latin til eitt alibrúk á oynni, Uyesound, í Hetlandi.  Hesar báðar tvíkiljurnar eru av slagnum KJ 1400-700. Tær eru 14 metrar langar og 7 metrar breiðar og eru útgjørdar við krana, sum lyftir 32 tons.

Cooke Aquaculture Scotland hevur eini 15 alibrúk í Hetlandi og eini 10 í Orknoyggjunum.

Ólavur Asafsson Olsen, stjóri á KJ, sigur at eftirspurningur eftir tvíkiljunum hjá KJ er stórur, bæði uttanlanda og í Føroyum.  Í løtuni gera vit nýbygningar nr. 41 og 42.

”Tann føroyska alivinnan hevur tikið sera væl ímóti okkara tvíkiljum frá fyrstan tíð av. Vit eru nú ígongd við nýbygning nr. 42 síðan 1999.  Tær flestu tvíkiljurnar eru farnar til føroyskar alifyritøkur.  At tað gongur væl í føroysku alivinnuni ger eisini tað, at útlendskar alifyritøkur hyggja eftir hvørja útgerð føroyingar brúka, og tann ágóðan fáa vit so nú,” sigur Ólavur Asafsson Olsen.