Grønlenskur fólkatingslimur er í øðini um ólógligu fangaflutningarnar yvir Grønland, og krevur uttanríkisráðharran at svara spurningum, skrivar bt.dk. Sjúrður Skaale, verður hinvegin ikki nevndur.
Grønlendarar eru sera illir um, at nýggja danska stjórnin hevur noktað fyri at gera kanningar av teimum flogtúrunum, CIA hevur gjørt við fangum yvir Grønland. Tey harmast serliga yvir, at tað er ein SF´ari, sum noktar at gera kanningina. Willy Søvndal, uttanríkisráðharri hevur saman við sínum flokki kravt somu kanning, meðan tey sótu í andstøðu.
Tað er Doris Jakobsen, úr grønlendska javnaðarflokkinum, Siumut, ið hevur kravt svar frá uttanríkisráðharranum. Danska stjórnin er frammanundan ikki væl fyri parlamentariskt, so tað ræður um hjá stórnini at vera rímuliga væl við øll. Sjúrður Skaale, hevur hinvegi ikki sett nakað krav fram, so hann er væl integreraður í danska javnaðarflokkin, skilst.
http://www.bt.dk/politik/nu-vil-hun-tvinge-soevndal-til-at-besvare-cia-spoergsmaal