Býráðið hevur gjørt avtalur við øllum hagastýrunum í Trongisvági um, at teir lata fra sær allan rættin til innangarðsjørðina.
Fyrr hevur býráðið gjørt avtalur við hagastýrunum í Froðba, og við teimum avtalum, sum nú er gjørdar, er líkt til at nú verður seyðafrítt á Tvøroyri.
Tá ið seyðurin sostatt fer av bønum miðskeiðis í mai, er tað fyri síðstu ferð, og hann kemur ikki inn aftur í heyst. Seyður kann sjálvandi framvegis ganga á stikaðum økjum, men hann kann ikki longur ganga frítt innangarðs.
Millum tær treytir, sum eru tengdar at avtalunum, er m.a. at Tvøroyrar kommuna átekur sær alla hegnskyldu millum hagan og innmørkina, smb . lóg nr. 171 frá 18. mei 1937 " for Færøerne om Hegn og Markfred” § 2. Harafturat bindur Tvøroyrar kommuna seg til at seta hegn upp í seyðahøgum forsvarligum standi og at halda grótgarðar. Eisini skulu seyðasmogur gerast í samráð við hagastýrini, og eitt endurgjald er avtalað.
Við hesum verður tað nú eisini gjørligt hjá kommununi at gera samstarvssáttmála við fútan um upptøku av leysgangandi seyðum, hundum og øðrum djórum.
Kelda: www.tvk.fo