Nú prógvar ljóðfílur lygnina í rættinum

Tey, ið hava fylgt við í Oyggjatíðindum, vita, at Jóannes í Dali, varð dragsaður í rættin, 29. Juni 2011. Har hann m.a. skuldi verja seg fyri, at hava rætt politinum fucking-fingurin. Hann hevði tó loyniliga video-filma politistarnar, og gekk sostatt fríur fyri hesa skuldseting. Dagin eftir var húsarannsókn, og aftaná fleiri vikur í varðhaldsfongsli, er Jóannes í Dali, leysur, og er byrjaður at savna tilfar. Hann kann sostatt eisini prógvað, at Linde Hasselberg, ákæri, leyg um loyvi til revolvara og ein pistól.


...Linde Hasselberg, ákæri, gjørdi nógv burturúr, at avdúka, at Jóannes í Dali, hvørki hevði tosað við løgregluna, og tíans heldur skrivliga biðið um vápna loyvi, ella loyvi at innflyta 4 mm revolvara og pistól.


Samstundis var ákærin vísur í, at Jóannes í Dali, als ikki kundi gera annað enn at mótmæla pástandinum, tí løgreglan hevði lagt hald á telduna, so hann ikki slapp inn at prógva lygnina.


Sostatt var tað orð í móti orði í rættinum, men nú hevur pípan so sanniliga fingið annað ljóð. Nú er teldan komin aftur, og Jóannes í Dali hevur eisini aftur fingið atgongd til ljóðfílarnar hjá sær sjálvum...


Sostatt kann hann enn einaferð prógva, at løgreglan leyg í rættinum. Miðskeiðis í samrøðuni, sigur Tønnis Wardum, at hann ikki heldur at nakar trupulleiki er at ganga umsóknini hjá Jóannes í Dali á møti.


http://dl.dropbox.com/u/19468645/2011%2C06%2C07%2C%20kl%2014%2C18%2C50%20pa%20T%C3%B8nnis%20Wardum%2C%20351448.wav


Møguleiki er at lesa alla greinina við at keypa blaðið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:


http://oyggjatidindi.com/arkiv.html


Eru tað haldarar av pdf´útgávuni, sum av einhvørjari orsøk ikki hava fingið blaðið, verða hesir bidnir um at venda sær til redaktiónina, ella at senda okkum ein teldupost til: oyggjat@olivant.fo


Hava fólk áhuga í at gerast haldarar av blaðnum, og fáa tað sendandi regluliga við telduposti, so kann hald teknast her: oyggjat@olivant.fo Tað kostar kr. 150,00 um kvartali. Konto í peningastovnunum.