Nú má Tórshavnar býráð koma fram í ljósið!

Áheitan til allar byráðslimir hjá Tórshavnar kommunu. Nú í dag hevur KAF í einum tíðindaskrivið kalla til fundar við allar borgarstjorar í landinum um at hava fund mikudagin í næstu viku t.e 29 feb. Hetta er tað reina alibipolitikkur frá KAF. Hvat við at hava fundin í beinavegin. Nei, teir hava goða tið hjá KAF og harvið leggur KAF upp til eitt langt verkfall.


Nú haldi eg, at vit sum størsta kommuna í landinum, talar at støðuni og forlangar, at hetta verkfalli endar í stundini.


Vit eru 13 býraðslimir hjá Tórshavnar Kommunu. Eg hoyri ikki eitt orð uttan frá mær sjálvum. Í dag kom hóast alt ein skilagrein frá Jógvan Arge býráðslimi, sum eisini talar at støðuni.


Nú mugu vit sum býráðslimir gera okkara ávirkan til at stoppa hetta verkfalli. So, býraðslimur i Havn, lat okkum hoyra frá tykkum í stundini.


Vit mugu fara meira konkret inn í tey krøv sum námsfrøðingar vilja og seta. At gera ein arebiðsbólk, er ikki nøkur loysn, at greiða hesa krullu við. Nei, nú má Tórshavnar býráð koma fram í ljósið.


Levi Mørk, býráðslimur