Nú má Javnaðarflokkurin átala Arbeiðaraflokkinum - um fiskivinnutrætuna millum Norra og Føroyar!

Nú hevur norska blaðið " FiskeribladetFiskaren" funnist at sínum egna landi og Javnaðarstjorn fyri, at Norra totalt setir Føroyar út av spælinum viðvíkjandi makrelmálinum og fyri at norska stjórnin boykottar Føroyar og allar fiskivinnuavtalur landanna millum.


Eisini okkara avtalur við at fiska torsk í Barentshavinum og sildakvotur v.m. Alt er ikki makrelur. Nú er upplagt høvi hjá Javnaðrflokkinum at traðka inn á banan, tá ið Jens Stoltenberg forsetisráðharri kemur til Føroyar á almenna vitjan í mai mánað.


Her kann og má Javnaðrflokkurin royna at ávirka politisku støðutakanina viðvíkjandi Norra og teirra herðferð ímóti okkum føroyingum. Sum bróðurflokkur hjá Arbeiðaraflokkinum, er hetta eitt upplagt høvi.


At norskir myndugleikar ikki vilja samráðast við føroyingar um sínámillum fiskirættindi er "maktarrogansa."Tað skrivar norska blaðið Fiskeribladet/Fiskaren í oddagrein í vikuni


Noreg vil ikki gera sáttmála um m.a. toskafiskiskapin í Barentshavinum, tí føroyingar enn einaferð hava ásett sær egna makrelkvotu.


Fiskeribladet/Fiskaren undrast á hesa støðu, tí Noreg arbeiðir vanliga fyri altjóða avtalum til frama fyri smá lond. Atburðurin hjá Norra er tmaktarrogansa, skrivar blaðið.


Noreg og Føroyar gjørdu annars sína fyrstu avtaluna sínámillum um fiskirrættindi í 1979, og tað var Atli P. Dam, løgmaður.


Langt úti av Norra og serliga, um vit taka alt tað søguliga fram har vit føroyingar hava lært m.a. norðmenn at fiska við troli og takkarløn fáa vit onga frá "heimsins" ríkasta landi og grannatjóð okkara Norra.


Alt er ikki bara makrelur og eg fegnist um støðulýsingina hjá "FiskeribladetFiskaren". Hetta fiskivinnu boykoytti rakar okkum øll og ikki bert samgonguna.


Les annars


http://fiskeribladetfiskaren.no/?side=101&lesmer=25927


Levi Mørk