Nú lýsnar í Æðuvík

Ringi veturin fór illa við ymsum installatiónum á havnaløgunum, sum Runavíkar havn varðar av. Eitt nú fór alt ljósið við lendingina í Æðuvík. Steyrin, sum ljósvarpararnir vóru festir í, varð tikin av grundini, og tað sum lýsti niður í gjónna handaru megin fór sama vegin. Runavíkar havn hevur valt at gera eina alternativa loysn í Æðuvík og BS Tøkni við Beini Joensen í Saltangará hevur staðið fyri arbeiðnum. Hetta er nú um at vera liðugt, og í annaðkvøld skullu æðuvíkingar og fólk sum vitja um hesar leiðir rokna við, at ljós aftur er við dráttin og lendingina.


Kelda: www.portofrunavik.fo