Tað kann gott vera, at Tjóðveldi, heldur seg liggja væl í svinginum, nú flokkurin, saman við Framsókn, fekk politisku einkjuna, at taka allan lunsin á kommunuvalinum í Havn, og leypa frá øllum avtalum við atkvøðuslúkin.
Trupulleikin við hesum er, at nú koppar tann frammanundan so skroypiliga samgongan í løgtinginum.
Tað er heldur ikki tómar hóttanir, Heðin Mortensen, kemur við í samband við løgtingssamgonguna.
Nú er løgtingssamgongan ikki bara hótt við støðuni á Tvøroyri, og Sonja er at meta sum tann pena prinsessan í føroyskum politikki, nú Aksel V. Johannesen, í tjúphugsni skal hugsa, um samgonguavtalan við Tjóðveldi og Framsókn í løgtinginum er verd at halda uppá og verja.
Kann vera, at tíðin hjá Akseli er komin til at útskifting, og at Tjóðveldi og Framsókn vera rikin á dyr, og Sambandsflokkurin og onkur annar flokkur kemur inn í hitan, ella, at tað stutt og greitt bara er komið hartil, at best er at útskriva val.
Heðin Mortensen, hevur longu lagt út, tá hann peikaði á løgtingið, meðan hann segði:
- Nú verður spennandi at samráðast um fiskivinnu og onnur prinsipiell mál við Tjóðveldi og Framsókn.
Og talan er ikki um tómar hóttanir.
Men at grava djúp hol fyri øðrum, og ikki verja seg fyri at dette niður í sjálvur, er ein vandamikil gesheft.
Men tað er støðan politiska "einkjan" úr Fólkaflokkinum hevur sett hesar flokkar í. Fólkaflokkurin kann vera líkaglaður. Hann situr kortini ikki í samgonguni, og hevur onki annað uppá spæl enn at veita samgonguni í løgtinginum neisir.
Tað eydnaðis.
Men nógvir leikir eru í longu talvi.
Nú koppar samgongan hjá Aksel.