Nú koma ferðsluljósini við Hvítanesvegin

Sum eina roynd verður nú farið undir at seta ferðsluljós upp við vegamótið Hvítanesvegur - Eystari ringvegur.

Ferðsluljósini eru komin til landið og fyrireikingar verða nú gjørdar á staðnum. Miðað verður eftir at ferðsluljósini verða virkin í mai mánaði.

Talan er um sokallað intelligent ferðsluljós, skilt á tann hátt, at ljósini verða stýrd í mun til ferðsluna. Radarar eru á mastrunum, sum síggja bilarnar, sum koyra eftir vegnum úr øllum ættum.

Ein stýrisskipan roknar so út, hvussu ferðslan best kann avgreiðast. Eisini kunnu ljósini stýrast tíðaravmarkað. Tíðarstýring verður einamest nýtt, tá mesta ferðslan er á morgni og seint seinnapartin.

Við hesi loysn vónar Tórshavnar kommuna at hava loyst ein stóran part av ruðuleikanum, sum valdar av nógvu ferðsluni, sum hvønn dag er eftir hesum vegnum.

Næsta stig, um tørvur vísir seg at vera, er at breiðka vegamótið, so at betur pláss er til bæði vinstra- og høgrasvingskoyribreytir."

Í mun til at gera rundkoyring fyri kanska 15 miljónir er hetta ein avbera bílig loysn, sum kostar um eina hálva miljón.