Nú kemur vónandi nýtt “Kampingpláss” Yviri við Strond

Á skrá til komandi fundi í byggi og býarskiparnarnevndini, skal støða takast til at fáa til vega nýtt “Kampingpláss” Yviri við Strond og uppsetan av nýggjum bygningum til kampingvirksemi og tænastur til ferðafólk.


Verandi kampingpláss varð sett á stovn í 1980-81. Húsini ella skúrarnir eru nú millum 30 og 20 ára gamlir, og hóast gott viðlíkahald eru teir ikki tíðarhóskandi og krevja størri og størri umvælingar. Ikki er sørt at vitjandi úr útlondum viðmerkja, at umstøðurnar eru vánaligar. Tórshavnar kommuna eigur økið og tað liggur frammi, at játta kr. 1,5 mió til nýggjar bygningar og broyting av rottanga v.m. á kampingplássinum Yviri við Strond.


Ætlan er at keypa lidnar pavilliongir. Hetta er harðliga tiltrongt og ikki at gloyma tað fer at pynta uppá tað vøkru nátturu sum er rundan um Yviri við Strond.


Tí eri eg sera fegin, at vit nú í byggi og býarskiparnarnevndini fara at taka fyrsta stigið - og vónandi endar tað við, at vit byggja nýtt á sama staðið. Harvið vera karmanir uppaftur betri til ferðandi. Vónandi verður arbeiði sett í verk beinavegin, so umstøðurnar vera betri longu nú til summar til øll tey ferðandi.


Levi Mørk, formaður í byggi og byarskiparnarnevndini


hjá Tórshavnar kommunu