NÚ KEMUR FORSKÚLI Á ARGJAHAMRI

Tá Skúlin á Argjahamri varð bygdur, bað skúlastýrið kommununa um at arbeiða fyri, at forskúli varð settur á stovn í skúlanum. Hetta er heimilað í fólkaskúlalógini. Í kommununi hevur síðan verið arbeitt við málinum og Mentamálaráðið varð søkt um loyvi at seta skúlan á stovn frá skúlaárinum 2014/15.


Í praksis merkir hetta, at Frítíðarskúlin á Argjahamri verður víðkaður til eisini at fevna um forskúlanæmingar. Kostnaðurin fyri at hava næmingar í forskúla og/ella frítíðarskúla er tað sama sum dagsstovnagjaldið.


Tórshavnar býráð samtykti í kvøld at taka undir við mentamála- og fíggjarnevndini, at góðkenna skipanina, og at játta 425.722 kr til endamálið fyri fíggjarárið 2014.