Nú er skil aftur á kostnaðarstøðinum hjá kommununi

Á fundi í Tórshavnar Býráð mikukvøldið eydnaðist tað minnilutanum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, at broyta samtyktina hjá sitandi javnaðar- og tjóðveldismeiriluta soleiðis, at kostnaðurin fyri eitt byggiloyvi í kommununi nú liggur millum 10.000 og 20.000 krónur.


Sitandi býráðsmeiriluti hevði annars góðent eitt uppskot frá umsitingini, har kostnaðurin fyri eitt byggiloyvi kom upp á næstan 90.000 krónur. Tað er jú púra burturvið, og tað ásannaðu tey eisini langt um leingi í býráðsmeirilutanum.


Tað var tí eitt samt býráð, sum tók undir við einum broytingaruppskoti, sum Jan Christiansen skeyt upp á seinasta býráðsfundi.


Skulu vit hava vøkstur aftur í Tórshavnar Kommunu má vit og skil valda. Sitandi meiriluti hevði ikki ánilsi av, hvørja avleiðing broytingin hevði við sær, tá tey áløgdu eitt okursgjald fyri byggiloyvini í 2008.


Vónandi kann avgerðin, sum vit tóku í býráðnum mikukvøldi føra til, at tað nú aftur kemur verulig gongd á byggivirksemið í okkara kommunu.


Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin