Nú er Savnsfagnaður á Tjóðsavninum og húsið er fult av spentum og forvitnum børnum og familjum teirra

Kom innar
og uppliv spennandi framsýningina, granskarasøgur, barnasjónleik, skattaveiðu,
navnakapping og ert tú heppin, kanst tú hvønn dag vinna eina ógloymandi ferð út
í Tindhólm við allari familjuni.

------------

12 ára gamli Hans og lítlibeiggin Kristian koma í neyð av tí ónda og
sterka bóndasoninum, ið noyðir Hans við til útróðrar, hóast huldufólkini hava
ávarað um illveður. Bóndasonurin vil ikki lurta, og tað dámar huldufólkunum
ikki …