Tá nýggja tingsetan byrjar á Òlavsøku, og tingfólk hava havt eina longri summarferiu enn flest onnur, eru ásetingar av fiskidøgum, út frá lógini um vinnuligan fiskiskap, eitt tað fyrsta, ið Tingið fer at viðgerða.
Og tað seinasta, ið verður viðgjørt, áðrenn Tingið fer til hús, eru broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, og gjøld í samband við fiskiskap eftir makreli.
Tað er neyvan í nøkrum øðrum landi, at politiska skipanin/ parlamentið byrjar sítt tingár við politiskum orðadrátti um, hvussu vit á bestan hátt gagnnýta okkara fiskatilfeingi. Og neyvan heldur enda tey tingárið við orðadrátti um, hvør skal sleppa at gagnnýta okkara tilfeingið.
Eg fari ikki heilt skeivur, tá eg sigi, at tann breiða semjan um okkara høvuðsvinnu hevur ikki verið tað, sum hevur eyðkent viðgerðina og endaligu semjuna av hesum týdningarmikla máli farnu árini. Søguliga hevur fiskivinnan, saman við alivinnuni og øðrum vinnum, verið súlan undir føroyska samfelagnum. Tí er tað sera týdningarmikið, at vit gagnnýta okkara tilfeingi á skilabestan hátt.
Um tað er okkara manglandi dugnaskapur at røkja tilfeingið, ella tað er náttúran/skapanarrverkið við øllum sínum ósvaraða loynidómum, ella ein blandingur av báðum tveimum, sum er orsøkin, skal verða ósagt. Men at nærum allir skipabólkar, sum eru í álmanakkanum nú skulu fiska makrel, tí tað nærum ikki loysir seg at royna eftir øðrum fiskasløgum, skuldi fingið allar alarmklokkur at ringt. Tí kunnu vit verða samd um, at okkurt haltar í okkara høvuðsvinnu. Og tí er nú neyðugt við broytingum.
Hvat makrelfiskiskapinum viðvíkur skal ikki verða nøkur loyna, at eg eri ein av teimum, sum halda, at tað var skeivt ikki at brúka royndirnar í fjør í nógv størri mun enn vit hava gjørt tað í ár. Er nøkur eftirmeting av, hvussu hesin fiskiskapur hepnaðist? Vit tillutaðu okkum í fjør nakað tað sama sum í ár, 150.000 tons.
Royndir áttu at gjørt okkum klókari!
Av teimum 150 túsund tonsunum í fjør vórðu 20.000 tons seld um uppisøluna, sum gav landskassanum 70 mió kr. Tað hevði eingin droymt um. Tá tað er sagt, so skal leggjast aftrat, at her vóru viðurskifti, sum vóru kappingaravlagandi. Men tað átti ikki at verið forðingin fyri, at vit viðgjørdu hesi viðuskifti og arbeiddu víðari út frá einum vinnuligum og liberalum sjónarmiði, sum vinnan hevði síni fingramerki á, og sum henda samgongan skuldi kunnað borgað fyri.
Hvat sjálvum býtinum av makrelinum viðvíkur er tað ein longri søga, sum øll hava sína meing um, og sum vit kundu tosað sólina svarta um. Men skulu vit samanbera við grindabýti, so er ónøgdin stór, størri grindin er. Leggja 50 hvalir beinini, fáa øll upp í eina balju, og øll eru nøgd, men liggja 200 hvalir á sandinum, fáa tey tvær baljur, og flestu eru ónøgd. Eingin kann eta seg meir enn mettan.
Vit vita, at tey seinastu árini hevur verið ein ovurfisking. Vónandi fæst ein avtala ímillum strandalondini út frá einum lívfrøðiligum sjónarmiði. Hvat okkara partur verður eftir avtaluna, má tíðin vísa, men tann brennandi spurningurin verður, hvørjir skipabólkar skulu tá fiska?
At vit tilluta okkum so stóran part sum vit gera nú, skulu vit halda fast við. Men tað, sum kan verða óheppið er, um stórar íløgur verða gjørdar í skipabólkunum. Serliga í skipabólkum, sum tradionelt ikki fiska uppisjóvarfisk.
Í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur, at vit skulu tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkasti frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðis- og inntøkumøguleikar, og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið.
Tankin við dagsins lóggávu er, at veiðan (fólksins ogn) og arbeiðsorkan verða spjadd um alt landið, men hetta hevur eisini sínar vansar. Tað er týdningarmikið, at bæði skip og virki gagnnýta framleiðsluorkuna. Tað fíggjarliga úrslitið eigur altíð at viga mest.
Tá tað er sagt, og vit síggja, hvussu býtið er landafrøðiliga, sæst skjótt, at øki í landinum fara avstað við meginpartinum av kvotuni, meðan onnur ikki smyrja knívin. Hetta er ikki bara galdandi fyri makrelbýtið, men fyri fiskivinnuna í síni heild.
Hetta skal ikki skiljast í negativum týdningi fyri vinnuna, men meira sum ein politiskur trupulleiki, sum vit eiga at hava eina meining um. Hvussu ætla vit at mynda okkara samfelag komandi árini, um hetta verður gongdin? Verður talan um A og B øki? Eitt sindur óviðkomandi, hvat makrelbýtinum viðvíkur, og tó.
Nú er nóg mikið tosað á hesum sinni, loyvið nú monnum at fiska.
Eivin Jacobsen
Løgtingsmaður