Nú er íslendskt sjónvarp við í bardaganum í móti pedofilum og øðrum neyðtøkufólki

Karl Thornton, sum hevur viðgingið seg sekan í at hava gjørt seg inn á børn seinastu mongu árini, er bara ein av mongum í íslendska átakinum, at almannakunngera persónar, ið seksuelt hava gjørt seg inn á onnur.


Offrini greiða frá í sjónvarpinum hvussu tey eru misbrúkt av ávísum persónum, sum síðani verða konfronteraðir við skuldsetingina. Tað er komið fyri, at teir seku hava viðgingið seg sekar í fleiri førum av seksuellum ágangi, enn tað frammanundan var avdúkað.


Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá íslendska sjónvarpinum. Her er linkurin til video frá Ruv:


http://www.ruv.is/frett/karl-vignir-til-yfirheyrslu-a-naestunni