Nú býta teir á skinninum

Í gjár bar Vágaportalurin tey tíðindi, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði latið flakatrolarunum kvotuna uppá 2.200 tons á Flemmish Cap, tí umsitingin hevði mælt til hetta. Tað merkir, at umsitingin býtir á skinninum og tekur toskakvotuna, ið hevur eitt virði uppá uml. 30 mió. kr. frá línubátunum og gevur flakatrolarunum, og hesa óskiljandi og skilaleysu avgerð blástemplar landsstýrismaðurin.


Men ikki nokk við tað, tí í grundgevingini fyri at línubátarnir, sum annars høvdu avhøvdað og heilfryst torskin og ført hann til Føroyar at verða virkaður á føroyskum fiskavirkjum, ikki skuldu hava toskin, var tí, at teir ikki kundu virka hann umborð, t.v.s. at flakatrolararnir hava fingið álagt at virka, t.v.s skera hann til flak umborð og hava ikki loyvi til at føra heilfrystan tosk til Føroya.


Hetta fær meg at spyrja, um tað nú er blivið so galið, at vit hava eina fyrisiting, sum er skaðilig fyri menning av fiskivinnuni í Føroyum?.


Tá tað eru línubátarnir, ið hava vunnið okkum hesa toskakvotu, sum vit onki gjalda fyri, skulu tað sjálvandi vera teir, sum fáa tillutað hesa toskakvotu, - alt annað er skeivt.


Landsstýrismaðurin skaðar forstáilsi í fiskivinnuni.


Eg takið fult undir við tí, at flakatrolararnir skulu hava so tryggar karmar sum gjørligt, og tað gjørdu vit við at keypa teimum neyðug fiskirættindi í russiskum sjógvi í Barentshavinum í 2012, við 50.000 tonsum av svartkjaftakvotuni, sum er meira enn helmingurin av svartkjaftakvotuni uppá 94.000 tons, og við 13.500 tonsum av okkara makrelkvotu fyri 2012. Harumframt hava flakatrolararnir kongafiskakvotu í Irmingarhavinum, og tað sær út til, at teir koma at fiska av makrelkvotuni í føroyskum sjógvi aftur í ár.


At vit tryggja flakatrolarunum hesi fiskirættindi, skapar nakað av ónøgd millum aðrar aktørar í vinnuni og í tí politisku skipanini, sum setir spurnartekin við, um prísurin fyri toskakvotuna í Barentshavinum ikki er ov høgur, og hví hesir bátarnir eisini kunnu fiska makrel í føroyskum sjógvi, tí so er minni til nóta- og trolbátar, fyri ikki at tala um útróðrarflotan og línuskipini, sum higartil ikki hava fingið at smyrja knívin.


Men við hesi avgerð um kvotuna á Flemmish Cap, stoytir so umsitingin í Fiskimálaráðnum bensin á bálið við at taka søgulig rættindi frá línuskipunum á Flemmish Cap og gevur flaka-trolarunum, hvørs eigarar í hesum døgum sita og býta kvoturnar á skinnunum, har ein bátur fær tillutað toskakvotuna á Flemmish Cap, móti at hinir afturfyri fáa burtur av hansara kvotu í Barentshavinum, t.v.s. økta kvotu á Barensthavinum.


Úrslitið av hesum verður, soleiðis sum eg síggi tað,, at flakatrolararnir fáa allan fiskiflotan ímóti sær, tí nótaflotin kann saktans fiska svartkjaftakvotuna og makrelin, og lemma-, og partrolararnir vilja fegnir hava meira av makrelkvotuni, og bæði línuskip og trolararnir vilja sleppa í Barentshavið at fiska tosk.


Í hesum hevur fyrisitingin og landsstýrismaðurin handlað óforsvarligt móti tí samlaðu fiskivinnuni i Føroyum, og hesum taki eg ikki undir við, men vil virka fyri, at allir partar í tí føroysku fiskivinnuni fáa tillutað sín part, tí tað kann ikki vera rætt, at tað týdningarmesta fyri at fáa kvotur og fiskirættindi, er “sum maðurin segði á sinni” at kenna telefonnummarið hjá landsstýrismanninum ella fólki í umsitingini.


Alfred Olsen


Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin