Notat um sølu av bygningum hjá landinum
Við ársenda 2014 seldi Landsverk vegna landsstýrið nøkur sethús hjá landinum. Ein løgujáttan at selja almennar bygningar kom í fíggjarlógina 2014, tí mett varð, at tørvur var ikki á bygningunum longur. Í fíggjarlógini 2015 er somuleiðis ein játtan at selja almennar bygningar, sum tørvur ikki er á, ella sum ikki eru nýtiligir longur.
Til ber at tekna seg á
www.lg.fo til móttøku av regluligum tíðindabrøvum, sum stovnurin sendir út.