Norrøn skúlaleiðarastevna í Klaksvík – vinabýasamstarv

Í døgunum 7. – 11. november 2011 var ein skúlaleiðarastevna í Klaksvík, sum er liður í vinabýasamstarvinum hjá kommununi, og vóru hesi á vitjan hjá borgarstjóranum og fingu kunning um kommununa.


Seinastu dagarnar hava skúlaleiðarar úr nøkrum av vinabýum Klaksvíkar – Odense, Norrkøping, Trondheim og Tampere – verið á skúlaleiðarafundi í Klaksvík, á skandinaviskum nevnd “Nordisk Ledertreff Klaksvík 7. – 11 nov. 2011”.


Rannvá Joensen, varaskúlastjóri, var vertur fyri hesa skúlaleiðarastevnuna, sum hesaferð viðgjørdi evnini: *Lokal kultur og fælles nordisk kultur og *Ledelse – et udviklingsperspektiv frem til 2020.


- Fyri okkum sum skúlaleiðarar – ikki minst her í Føroyum – er hetta eitt hent høvi at fáa íblástur og fylgja við tí sum rørist millum skúlaleiðarar og at samskifta við aðrar leiðarar um felags avbjóðingar, heldur Rannvá Joensen, sum er sera væl nøgd við, hvussu stevnan eydnaðist.


Á skránni fyri stevnuna var eisini ein móttøka í býráðshúsinum hósmorgunin, har Gunvá við Keldu, borgarstjóri, var vertur.


Borgarstjórin hevði eina framløgu, har hon greiddi stutt frá føroyska samfelagnum og serstakliga frá kommununi, býráðsarbeiðnum, trivnaðartilboðum, skúlamøguleikum og vinnuni í Klaksvík og Norðoyggjum.


Skúlaleiðarastevnan millum vinabýir Klaksvíkar endaði hóskvøldið við einari samkomu, har Óluva Klettskarð, býráðslimur, umboðaði kommununa, og fríggjadagin 11. november 2011 fóru gestirnir heimaftur.


Kelda: www.klaksvik.fo