At Noregi hevur luttikið í krígnum í Libya, kann í longdini vísa seg at vera gull vert fyri norsk feløg, skrivar NRK á heimasíðuni.
Fyribilsleiðslan í Libya hevur upplýst, at lond, sum hjálptu til í krígnum í móti Mohammar Gaddafi, skulu hava fyrimunir tá ið oljusáttmálar skulu gerast. Norskir serfrøðingar trúgva, at Statoil við tíðini, fer at royna at tryggja sær meira av svarta gullinum í Libya.