Norðurlendskur fundur fyri bróstkrabbafeløg í Føroyum

Hetta vikuskifti hevur Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum vitjan av teimum norðurlendsku bróstkrabbafeløgunum og í hesum sambandi skipar bólkurin fyri felags fundi fyri norðurlendsku bróstkrabbafeløgini.

Norðurlendskur fundur fyri bróstkrabbafeløg í Føroyum

Hetta vikuskifti hevur Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum vitjan av teimum norðurlendsku bróstkrabbafeløgunum og í hesum sambandi skipar bólkurin fyri felags fundi fyri norðurlendsku bróstkrabbafeløgini. Hetta er fyrsti fundur av sínum slag og endamálið er at fáa í lag samstarv um felags áhugamál, skipa hjálpararbeiðið á bestan hátt, fáa og deila nýggja vitan og síggja hvat rørist í teimum ymsu londunum. Eisini er endamálið at skipa fyri norðurlendskari ráðstevnu um bróstkrabba, fyri kvinnur, ið gera sjálvboðið arbeiði í krabbameinsfeløgunum í norðurlondum. Ráðstevnan er annað hvørt ár og skiftast londini um at vera vertir.
 
Vit í Krabbameinsfelagnum eru sera fegin um at vera stigtakari til fyrsta fundin og vóna, at vit fáa eitt gott og gevandi samstarv norðurlond ímillum.
 
Vinarliga
 
Krabbameinsfelagið

Jansy Gaardlykke
Dagligur leiðari