Norðurlendsku barnaumboðini á fundi í Føroyum

Í døgunum 29. til 31. mai er umboðsmaðurin vertur fyri árligum fundi millum norðurlendsku barnaumboðini. Á fundinum verður kunning um virksemið hjá einstøku stovnunum umframt umrøða av viðkomandi evnum av felags áhuga. 

Evnini á fundinum hesuferð eru klagumøguleikar hjá børnum, samskifti við børn um teirra rættindi og barnarættindasáttmálin í praksis. 

Fundurin verður hildin á Hotel Tórshavn.