Nýtt Alitíðindi er komið út og er tøkt á heimasíðuni hjá Fiskaaling (www.fiskaaling.fo).
Í blaðnum hesaferð eru greinar um møguleikar við kræklingaaling, um royndir við rognkelsi og um samstarv við onnur norðurlond um aling á harðbalnum økjum.
Kunning er eisini um GlobalG.A.P. góðkenningina, sum Fiskaaling hevur fingið. Sum vant eru eisini nøkur framleiðsluhagtøl.
Her er so ein grein, sum Øystein Patursson, granskingarleiðari, hevur skrivað í blaðið:
Aling av laksi á sjónum er ein vinna, ið krevur rættiliga nógv pláss umframt rættar umstøður til fiskin fyri at tryggja góðan trivnað. Vardu aliøkini í Føroyum eru avmarkaði í tali, og tí fer longu nú rættiliga stórur partur av føroysku laksaalingini fram á harðbalnum økjum og hevur gjørt tað í fleiri ár. Tað vísir seg, at trivnaðurin í nógvum førum er betri á harðbalnu økjunum enn á vardu økjunum. Hetta hongur saman við betri umhvørvi til fiskin við góðari útskifting av sjógvi og reinsing á botni. Tað vísir seg eisini, at nýtsla av størri nótum setir størri krøv til útskifting av sjógvi í nótunum.
Í londunum rundan um okkum er seinastu tíðina rættiligt fokus sett á at nýta aliøki við góðari útskifting. Hetta hevur við sær, at áhugin fyri aling á harðbalnum økjum eisini er vaksin nógv í t.d. Noregi. Í hesum sambandi er samstarv fingið í lag millum granskingarstovnarnar Fiskaaling í Føroyum og SINTEF og Havforskningsinstituttet í Noregi, umframt alifeløg í Føroyum og Noregi. Eisini eru veitarar til vinnuna við. Fíggingin kemur frá norska granskingarráðnum og samstarvsfeløgunum í vinnuni. Úr Føroyum er LUNA við í fíggingini.
Samstarvið fevnir um tvær verkætlanir, har kannað verður, hvussu aling á harðbalnum økjum ávirkar umhvørvið á alinótunum, umframt atburð, trivnað og vælferð hjá laksi. Í hinari verkætlanini verður kannað, hvussu útgerð og arbeiðshættir kunnu betrast fyri at fáa eina so trygga aling sum gjørligt. Kannað verður eisini, hvussu minkast kann um viðlíkahaldið, umframt at taka bestu atlit til trivnaðin hjá laksinum.*** Á Fiskaaling eru umframt hesar verkætlanir eisini aðrar, har arbeitt verður við aling á harðbalnum økjum. Eitt nú verður arbeitt við at kanna aldu- og streymviðurskiftini á føroysku alifirðunum, við aling á opnum havi og hvussu aling á harðbalnum økjum ávirkar botnviðurskiftini undir alibrúkunum.*** Í løtuni fer ein partur av omanfyri nevndu samstarvsverkætlanum fram á aliøkinum hjá Bakkafrost á Gulanum, har hugt verður eftir streymferð inni í eini alinót í mun til rákið uttan fyri nótina, deformatión av nótini og atburðinum hjá laksinum í mun til streymferðina.
Harafturat verða ymiskir mátihættir royndir, sum eru nýggir innan aling. Fiskaaling og SINTEF hava ábyrgd av partinum, sum hevur við mátingar av streymi og deformatión av nótini at gera, meðan fólk frá Havforskningsinstituttet taka sær av máting av fiskaatburði.