Norðurlendskir javnstøðuráðharrar viðgjørt hate-speech

Norðurlond eiga at fremja felags átøk móti haturstalu – hatespeech.

Hetta var millum niðurstøðurnar á norðurlendska ráðharrafundinum, sum hildin varð í Noregi týsdagin, og har Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, tók lut.

Haturstala kemur fyri bæði í almenna rúminum og í gerandislívinum annars, og vendir sær móti almennum persónum, eins og privatfólki. Ein norsk frágreiðing, sum ráðharraráðið viðgjørdi á fundinum, staðfestir millum annað, at serliga kvinnur og fólk í minnilutabólkum eru fyri haturstalu og ágangi á netinum. Úrslitið kann vera, at hesi fólk aftra seg við at siga sína hugsan og haturstala kann sostatt gerast ein hóttan móti fólkaræðinum:

-Tora fólk ikki at siga sína hugsan alment, er talan í grundini um, at talufrælsið verður skert, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Landsstýriskvinnan hevur avgjørt, at millum átøkini í javnstøðupolitikkinum, sum hon fer at leggja fyri tingið til aðalorðaskiftis í heyst, er arbeiðið móti haturstalu.

Millum evnini annars, sum norðurlendsku ráðharrarnir viðgjørdu á árliga fundi sínum, vóru integratión av útlendskum kvinnum og norðurlendska javnstøðuarbeiðið frameftir.