Norðurlendsk arbeiðsgevarafeløg á vitjan

Formansskapir og leiðslur í norðurlendsku arbeiðsgevarafeløgunum vitjaðu í farnu viku Føroya Arbeiðsgevarafelag. 

Endamálið við túrinum hjá norðurlendsku arbeiðsgevarafeløgunum var at kunna seg um føroysk viðurskifti. Ferðalagið hevur vitjað føroyskar fyritøkur og eisini uppliva føroyska mentan og náttúru.

Harafturat hava fleiri fundir verið við m.a. Aksel V. Johannesen, løgmann, og við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Løgmaður kunnaði um føroyskan vinnupolitikk umframt møguleikar og avbjóðingar, ið vit sum land hava.

Á fundi við Føroya Arbeiðsgevarafelag varð greitt frá føroykum vinnulívi og føroyska arbeiðsmarknaðinum. Somuleiðis varð umrøtt, hvussu norðurlendsku arbeiðsgevarafeløgini kunnu samstarva.

Ferðalagið kom til Føroyar hósdagin í farnu viku og fór av landinum aftur sunnudagin.