Nordic Cancer Union hevði fyrsta aðalfund í Føroyum tann 10. september 2012

Fundurin varð hildin í Føroyum, av tí at Føroyar í løtuni hevur formansskapin í Nordic Cancer Union. Nógv áhugaverd mál vóru á skránni til aðalfundin.


NCU samtykti m.a. sína virksemisætlan fyri árini 2012 til 2014. Umframt aðalfundin var tann 10. september fundur við føroysku landsstýrisfólkini og løgtingslimirnar í Norðurlandaráðnum.


Nordic Cancer Union hevur í nógv ár ynskt tættari samstarv við Norðurlandaráðið, og tí vóru okkara politikarar á økinum bjóðaðir á fundin.


Annika Olsen, koordinerandi landsstýrisfólk í norðurlandamálum, Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, Høgni Hoydal og Helgi Abrahamsen, løgtingslimir og umboð í Norðurlandaráðnum møttu á fundinum. Drúgv umrøða var av, hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi millum NCU og Norðurlandaráðið, og avtalað varð, at NCU og føroysku politikararnir fara at arbeiða víðari við at fremja samstarv á hesum øki.


Nordic Cancer Union fegnast um vælviljan frá avvarðandi landsstýrisfólkum og løgtingslimum.