Tað verður ein røð av kendum og góðum tónleikarum, sum fara at seta sín dám á ársins fyrsta bátafestival, sum verður á Toftum leygardagin. Og sjálvandi verður toftamaðurin, Kári Fossdalsá, sum av álvara gjørdi vart við seg í X Factor ein av teimum, sum fer at syngja fyri gestunum á bátafestivalinum.
Tíðindaskriv 6. mai 2022
Fyrireikararnir hava altíð syrgt fyri, at tónleikaparturin er góður, men í ár er gjørt uppaftur meira burturúr hesum partinum.
Eftir at festivalurin er settur, byrjar tónleikur í tjaldinum klokkan 15, har seks tónleikaframførslur vera.
Ólavur á Váli leggur fyri við at syngja og eftir hann, kl.15.40 kemur Høgni Lisberg við sínum fantastiska tónleiki. Miðskeiðis í øllum framførslunum koma lokalu La Santa mennirnir at undirhalda við sangi.
Tónleikaskráin er óendaliga góð, tí klokkan 16.40 fara vit at hoyra Evi Tausen syngja í tjaldinum, og eini trý korter seinni, klokkan 17.20, trýnir Marius Ziska á pallin.
Klokkan 19 verður, tað nú vælkendi toftamaðurin úr X Factor, Kári Fossdalsá, ið kemur at syngja.
Vælkomin á ársins fyrsta bátafestival á Toftum leygardagin 7. mai.
Vinarliga
Bátafelagið á Toftum
Høgni Waag Høgnesen, formaður