Nógv fólk heilsaðu uppá Alfred

Í sambandi við, at Alfred Olsen hevði 35 ára starvsdag sum skrivari hjá Nes Kommunu tann 30. apríl, skipaði kommunan fyri almennari móttøka í Miðhøll skúlans.


Samstundis sum Alfred kundi hátíðarhalda 35 ára starvsdag hjá kommununi, var hetta eisini dagurin har hann, fyri 14 árum síðan, fyrstu ferð var valdur á Føroya Løgting fyri Sambandsflokkin.


Millum gávurnar sum Alfred fekk henda dagin, var ein málningur sum Hilmar Højgaard hevði mála av barnaheiminum hjá Alfred. Málningurin var gáva frá starvsfólki og bygdaráðið, sum borgarstjórin handaði, og sum takkaði honum fyri trúgva tænastu.


Fleiri myndir við at trýsta á linkin:


 http://www.nes.fo/popGallery.asp?id=106&page=8&m=fullsize


Kelda: www.nes.fo