Nógv fleiri fiskasløg kunnu nú útflytast til Kina

Listin yvir fiskasløg ið nú kunnu útflytast til Kina, er meira umfatandi enn tann listin sum vit higartil hava arbeitt eftir.

Hetta hevur HFS nýliga fingið váttað frá kinesiska myndugleikanum GACC umvegis donsku sendistovuni í Beijing.

Skipanin fyri at kunna útflyta til Kina, er fyrst og fremst, at føroysku virkini eru á Kinalista. 

Í sambandi við umskipan av myndugleikanum í Kina hava vit síðstu tíðina arbeitt við at fáa dagført grundleggjandi upplýsingarnar ið eru okkara millum. Listin yvir føroysk virki ið kunnu útflyta er dagførdur 12 apríl 2019, tú sær okkara lista á hesari slóðini..

Tað er í hesum sambandinum at vit hava fingið staðfest, at listin yvir fiskasløg ið kunnu útflytast til Kina, er nógv meira umfatandi enn galdandi listin. Nýggja listan sær tú á hesari slóðini.

Ynskjast fleiri upplýsingar, er at seta seg í.s.v. Maluna Mikkelsen, deildarleiðara á matvørudeildini.