PERLA: Nina Dahl, álitis- og trygdarumboð, sigur, at hon føldi so stóra strongd av at rópa leiðsluna upp um vandamiklu inniluftina, at hon í fjør gjørdi vart við, at hon ikki setti seg føra fyri at vera trygdar- og álitis umboð fyri cafeteria-umhvørvinum niðanfyri vegin í nýggja bygninginum. Oyggjatíðindi 9. apríl 2008.
Nina Dahl, ger vart við, at hon í dag ikki er trygdar- og álitisumboð fyri cafeteria-virkseminum í nýggja bygninginum á landssjúkrahúsinum, men bert er trygdar- og álitisumboð í køkinum, og virkseminum annars omanfyri vegin.
Eg føldi, at eg fekk fleiri og fleiri tyngjandi uppgávur at røkja, samstundis, sum eg skuldi vera trygdarumboð:
Nina sigur orsøkina vera, at hon heldur, at nógv arbeiði stendst av at hava eftirlit við trygdini, og tað krevur nógva tíð at samskifta um teir nógvu trupulleikarnar, sum hon veruliga metir eru av inniluftini í tunnlinum og í hølunum innav cafeteria í nýggja bygninginum.
Hon hevur onga viðmerking til spurningin, um leiðslan hevur undirdýkt hana við øðrum uppgávum, fyri at hon skuldi hava minni stun-dir at taka sær av inniluftini og øðrum trygdarspurningum.
Í dag sigur Nina Dahl, seg ikki vita hví inniluftin og trygdin júst verður tikin upp nú, men vísir á, at hetta fylti nógv í samskifti hennara við leiðsluna aftur í september/oktober mánaða í 2007.
Hon veit tó, at eingir batar eru gjørdir, síðani hon, sum trygdarumboð gjørdi vart við hetta, saman við økonomuni. Tað gjørdu tey skriftliga á heysti í 2007.
Mannagongdin er, at slík viðurskiftir, skulu viðgerast av leiðsluni, og at aðrir myndugleikar skulu uppí leikin, um onki verður gjørt við viðurskiftini.
Á Landssjúkrahúsinum hava tey tveir stórar trygdarfundir árliga. Málið um inniluftina var viðgjørt á einum slíkum trygdarfundi í fjør heyst, og tá var sjúkrahússtjórin til staðar, minnist Nina Dahl.
Men hon minnist eisini, at hesin trygdarspurningur varð niðurtónaður til ikki at hava tann stóra týdningin.
Hon vísir á, at stóri trupulleikin hevur verið, at hon, sum trygdar- og álitisumboð, ikki hevur verið á kunnandi byggifundum, so sum fyriskrivað. Nina Dahl, heldur, at var hon, sum trygdar- og álitisumboð við frá byrjan, kundi hetta sloppið leiðsluni undan stóru trupulleikunum við inniluftini, sum í dag skapar stórar trupulleikar hjá teimum, sum dag og dagliga arbeiða í hesum vandamikla umhvørvi.
Oyggjatíðindi skilur, at G1-økið í nýggja bygninginum, sum er hølið (køkur), nú meira ella minni skal rívast niður og byggjast uppaftur, fyri at bøta um tað ringasta.
Nina Dahl, sigur, at hetta ikki undrar hana, og heldur, at hetta kundi leiðslan heilt sloppið undan, varð gingið eftir bókini frá byrjan av.
Vit spurdu Ninu Dahl, um hon hevur nakra forkláring uppá, hví Arbeiðseftirlitið ikki hevur fingið fráboðan, og um hetta kann hava nakað at gera við, at eftirlitið frá byrjan av gav grønt ljós til leiðsluna, og tí hevur ringt við at koma afturumaftur og krevja ábøtur til inniluftina?
Men hetta hevur trygdar- og álitisumboðið ikki nakra forkláring uppá:
Meðan eg hevði ábyrgdina fekk Arbeiðseftirlitið boð um ringu inniluftina, sigur Nina Dahl, men viðgongur, at hetta var ikki skriftligt, og heldur, at hetta kann vera ein av orsøkunum til, at stovnurin ikki finnur nakra klagu.
Men, sigur Nina Dahl: - Eyðun Elltør frá Arbeiðseftirlitinum, hevur verið og kannað viðurskiftini. Eg minnist eisini, at hann tá tók fleiri myndir, vísir Nina Dahl, á, sum sjálv fekk ilt av vánaligu og hættisligu inniluftini á Landssjúkrahúsinum.