Níggu verkætlanir stuðlaðar við tilsamans góðum 7 milliónum

Granskingarnevndin hevur á fundi 24. mai játtað stuðul til 9 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.201.044 kr. til verkætlanir á økjunum mentan, samfelag, náttúra og náttúrutilfeingi, tøkni og heilsa.

31 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt góðar 23 mill. kr.

Stuðul er latin 3 ph.d.-verkætlanum og 6 øðrum verkætlanum. 4 kvinnur og 5 menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og feløgum í Føroyum og í Danmark.

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2019, eru:

Mentan og samfelag
Ivonna Johansen: Barndómur og kyn í Føroyum.

Ph.d.-verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 668.600.

Sean Douglas Vrieland: Talgild heimflyting av føroyskum handritum.

Verkætlan á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab, Københavns Universitet, í samstarvi við Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum. – Játtan kr. 1.079.814.

Frida Poulsen: Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: Frá politiskari visjón til íverksetan í einum spenni millum almanna- og sernámsfrøði.

Ph.d.-verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 1.096.552.

Heini í Skorini: Vísindi sum ein politiskur vígvøllur: Í hvønn mun mynda mentanarlig og politisk virði okkara hugburð til vísindi?

Verkætlan á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 187.607.

Tøkni, náttúra og náttúrutilfeingi
Uni Reinert Petersen: Leiðir fram móti 100% varandi orku í oyggjasamfeløgum í norði – Føroyar sum dømi.

Ph.d.-verkætlan á Institut for Planlægning, Aalborg Universitet – Játtan kr. 1.000.000
Tróndur Kragesteen: Forsagnarforrit fyri laksalús

Verkætlan á Fiskaaling – Játtan kr. 832.278
Toke Meier Carlsen: Nýtsla av graf C*-algebraum til at klassifisera graf-gruppoidur.

Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 105.000

Heilsa
Amanda Vang: Eyðmerking av bakteriellari ójavnvág, sum orsøk til høga føroyska váðan fyri tarmbrunasjúku.

Verkætlan á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 1.091.193
Annika Helgadóttir Davidsen: Arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum løntakarum - við serligum atliti at sálarliga arbeiðsumhvørvinum hjá ungum.

Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – Játtan kr. 1.140.000
 
Nógvar verkætlanir eru stuðlaðar
Næsta umsóknarfreist hjá Granskingargrunninum verður væntandi 15. februar 2020 kl. 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2020.

Í heyst ber til at søkja stuðul til gransking á heilsuøkinum frá Høvuðsøki 2 hjá Sjúkrakassagrunninum. Freistin er 2. september kl. 12. Les meira her

Tað ber eisini til at søkja stuðul frá Høvuðsøki 1, sum er til smærri verkætlanir. Les meira her  
   
Við játtanunum í hesum umfarinum eru gott 240 verkætlanir stuðlaðar síðani skipanin við granskingarstuðli varð sett á stovn fyri góðum 20 árum síðani . Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2018 sæst her  

Mynd: Spæliliðið á Skúlanum á Fløtum (c) saf.fo