Niðurlagingin av samfelagnum heldur áfram

Seinasta høgra innkasti hevði Kári Højgård, lítla klípa hjá samgonguni, nú Akstovan liggur í andaleypi, og tí ikki kann røkja sínar lógaskyldugu uppgávur. Sum okkum øllum kunnugt, so er ein ørgrynna av bilum seldir í hesum árinum. Hetta er fyrst og fremst orsaka pensiónsráninum uppá 220 milliónir krónur, ið fóru út til ein skattalætta, har summir inntøkubólkar vóru fjálgaðir við upp til 7000 krónum um mánaðan.Løgmaður sær sjálvum líkt, metti at hann hevði tað so sanniliga uppiborðið at fáa henda skattalætta.


Nógv vóru tey sum longu áðrenn skattalættin varð samtyktur, ið mettu at bilasølan koma at seta met i 2012 orsaka skattalættanum. Og rætt fingu tey, samstundis hevur sami landskassi fingið nógvar milliónir í mvg og skrásetingargjaldið, seinasta árið.


Sostatt skuldi einki verið til hindurs fyri, at nøkta tørvin á Akstovuni, áðrenn ein álvarslig vanlukka hendir. Tað er í veruleikanum ófatuligt, at samstundis sum vit hava eina o hugsjón, at eingin skal doyggja í ferðsluni, so koyra 11.000 akfør á vegunum , sum ikki eru kannaði sambært galdandi lógum á økinum.


Hetta er bara eitt av mongum dømun, sum vísur at rættarkenslan hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin, frá fyrsta degi av síðan henda høgrasamgonga tók við.


Sambært oddagrein í Dimmu um vikuskifti so stendur í millum annað. citat. Skipini hjá Fiskiveiðueftirlitinum hava ikki pengar fyri olju og kunnu tí ikki uppfylla sinar eftirlitisskyldur. Hetta skulu vit annars gera sum part av okkara altjóða samstarvi. Tað byggjur ikki bert á álit, men so sanniliga eisini um eftirlit.


Vit hava eitt fiskirannsóknarskip har botnurin var við at rusta burtur. Oljupengarnir vóru brúktir til at viðlíkahalda skipið fyri. Rannsóknir og royndartrolingar eru eisini ein partur av okkara skyldum mótvegis øðrum og eru grundarlag undir stovnsmetingunum.


Í vikuni hoyrdu vit eisini at Akstovan ikki megnar at sýna bilarnar, so tað gongur eisini út yvur trygdina. Hetta boðar ikki frá javnvág í politisku skipanini. Seinasta dømi um, hvat hent er í samfelagnum er, at Almannaverkið nú ikki megnar at gjalda lágløntum arbeiðsfólkunum, fyri teir tímar, tey arbeiða, men bert grundlønina. citat enda.


Men undir øllum umstøðum so sigur Innlendismálaráðharranum, at landskassin ikki hevur tøkan pening, til at halda landsins lógir fyri. Ístaðin fyri, so skulu allir bileigarar gjalda tað ið tað kostar,at Akstovan kann røkja sínar skyldur. Spennandi verður hvør ella hvørjir koma at fíggja eitt nýtt havrannsóknarskip. Vónandi kemur verandi fiskirannsóknarskip at halda seg flótandi, til tað nyggja skipi gerst veruleiki.


Hvørja avleiðing hevði tað fingið, um fiskirannsóknarskip úr Íslandi ella aðra staðir høvdu havt ein 40 ára gamlan avoldaðan saltfiskatrolara, til at røkja sínar skyldur, sum ein framkomin fiskivinnutjóð hevur tørv á. Og hvussu ber tað til, at tann flokkurin sum hevur misrøkt hesa uppgávu og sum sigur seg verða stabiliteturin fyri eini tryggari fiskivinnu, nú í skjótt 30 ár hevur umsitið fiskivinnuna, samstundis sum okkara fiskirannsóknarskip er vorðið næstan líka gamalt sum sitandi fiskimálaráðharri. Jú her lekur í millum teori og praksis, má ein siga.


Frank Davidsen