Nic.fo álopið av teldusníkum

Sunnudagin varð heimasíðan hjá FO umsitingini nic.fo álopin av teldusníkum.   Tekniska kanningareindin hjá løgregluni kannar í løtuni málið, og hóast álopið varð steðgað, so verður sagt at sníkarnir hava fingið fatur í teldupostadressum og loyniorðum hjá øllum brúkarum á nic.fo. Upplýsingar um gjaldskort o.a. eru ikki raktir av álopinum. 

 Nógv fólk brúka sama loyniorð til ymiskar skipanir, tí er tað av alstórum týdningi, at fólk broyta síni loyniorð á øðrum skipanum beinavegin fyri at tryggja, at sníkarnir ikki sleppa inn at skaða aðrastaðni.  

 Nic.fo varð sløkt fyri at steðga álopinum, og letur uppaftur  mánadagin í nýggjari skipan. Øll navnaøki eru sostatt nú í tryggum kørmum, og verða ikki ávirkað av hesum.    Tá nic.fo letur uppaftur, fáa allir verandi brúkarar ein teldupost við leinki at velja nýtt loyniorð til skipanina.      Eru nøkur ivamál, ber til at venda sær til FO umsitingina á tlf. 89 89 00 ella á mail nic@nic.fo