Eftir áheitan frá Fíggjarmálaráðnum gjørdi Húsalánsgrunnurin á vári 2011 eina kanning av møguleikunum fyri realkreditti í Føroyum. Hetta loysir seg neyvan: Sjálvur eri eg av tí fatan, at tað almenna ikki eigur at blanda seg upp í handil ella vinnuligt virksemið, har tað er kappingin, ið ásetur marknaðarprísin, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, m.a. í svari til fyrispurning í løgtinginum.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður:
Eftir áheitan frá Fíggjarmálaráðnum gjørdi Húsalánsgrunnurin á vári 2011 eina kanning av møguleikunum fyri realkreditti í Føroyum. Ein av niðurstøðunum í frágreiðingini var, at tað neyvan loysir seg at fara í holt við eina føroyska realkreditt loysn, tí marknaðurin er ov lítil til at kunna kappast við donsku realkredittlánini, sum í dag verða veitt umvegis føroyskar peningastovnar.
Ongar aðrar niðurstøður eru tøkar í Fíggjarmálaráðnum í løtuni, men arbeitt verður við at kanna møguleikarnar fyri at veita føroyskum bústaðaeigarum bíligari realkredittfígging.
Í løtuni liggur bidragið í Danmark millum 0,6 og 0,7%, oftast íroknað eitt sokallað afturføringsprinsipp, har formidlarin (bankin) fær nakað afturgoldið um fá ella eingi tap eru.
Tað eru ongar ábendingar um, at tað ber til at formidla donsk realkredittlán til føroyska bústaðamarknaðin uttan veðhald úr Føroyum. Harafturímóti er bidragið, sum føroyskir peningastovnar taka fyri at formidla donsk realkredittlán til føroyskar kundar, óvanliga dýrt. Samstundis sum rentan á donskum realkredittlánum hevur sett botnmet, hava føroysku peningastovnarnir sett bidragið upp, soleiðis at føroysku kundarnir ongan lætta hava merkt av lágu rentuni. Fleiri kundar hava enntá fingið eykarokning. Føroysku peningastovnarnir veðhalda fyri einum parti av realkredittlánunum til føroysku kundarnar, men at bidragið, sum føroyskir peningastovnar taka frá føroyskum kundum, er meira enn tríggjar ferðir so høgt sum bidragið, ið danskir bankar taka frá sínum kundum, krevur eina nærri frágreiðing.
Sum sagt omanfyri, so eru ongar niðurstøður tøkar í løtuni, men arbeitt verður við at kanna møguleikarnar fyri at veita føroyskum bústaðaeigarum bíligari realkredittfígging.
Sjálvur eri eg av tí fatan, at tað almenna ikki eigur at blanda seg upp í handil ella vinnuligt virksemið, har tað er kappingin, ið ásetur marknaðarprísin. Hetta er tó ikki galdandi á føroyska lánimarknaðinum, sum er merktur av doupol, har tveir stórir peningastovnar stýra rentuni. Duopol er ein tann ringasta marknaðarstøðan vit kunnu ímynda okkum, tí tá verður prísurin altíð hægri enn hann hevði verið, um tað var kapping á marknaðinum. Eg haldi tí, at vit eiga at gera tað vit kunnu fyri at fáa meiri kapping á føroyska lánimarknaðin. Ultimo 2011 var tøka ognin hjá Húsalánsgrunninum 335 mió. kr.