Nevndin í Samskifti afturvald

Mikudagin 11. mars hevði felagið Samskifti aðalfund. Øll nevndin stóð fyri vali og vóru tey øll afturvald.

Hetta var dagin fyri tíðindafundin, har Løgmaður setti føroyska samfelagið niður í ferð.
 
Sum flestu onnur hevur nevndin í Samskifti arbeitt heimanífrá og hevði sín fyrsta nevndarfund fríggjadagin 13. mars, on-line sjálvsagt. 

Nevndin skipaði seg á sama hátt, sum í fjør við Lenu L. Mohr sum forkvinnu og Niels Una Dam sum næstformanni. Michael Koba er nevndarlimur.