Nevndin í Arkitektafelag Føroya hevur skipað seg



Arkitektafelag Føroya hevði ársaðalfund sín tann 31. oktober.


Á aðalfundinum varð Heidi Poulsen vald sum forkvinna. Svend Sivertsen, sum hevur verið formaður í fleiri ár ynskti ikki at stilla uppaftur.



Á aðalfundinum varð eisini Nina Alberg Arge vald í nevndina fyri 2 ár. Robert Thomassen varð valdur á ársaðalfundinum í fjør fyri 2 ár og heldur sostatt fram í nevndini 1 ár afturat.



Á nevndarfundi tann 3. desember skipaði nevndin seg við Ninu Alberg Arge sum kassameistara og við Robert Thomassen sum skrivara og næstformann.



Tiltakslimir í nevndini eru Birita Wardum og Magni Dalsgaard.