Arkitektafelag Føroya hevði ársaðalfund sín tann 27. september.
Á aðalfundinum varð Svend Sivertsen afturvaldur sum formaður.
Á aðalfundinum varð eisini Magni Dalsgaard afturvaldur í nevndina fyri 2 ár. Meduna Dalsgaard varð vald á ársaðalfundinum í fjør fyri 2 ár og heldur sostatt fram í nevndini 1 ár afturat.
Á nevndarfundi tann 14. desember skipaði nevndin seg við Medunu Dalsgaard sum kassameistara og við Magna Dalsgaard sum skrivara og næstformann.
Tiltakslimir í nevndini eru Eyðun Eliasen og Robert Thomassen.