Nevndin fulmannað


Ítróttasamband Føroya hevði eykaaðalfund í ÍSF-húsinum í gjár. Hesin eykaaðalfundurin var tann fyrsti, síðani bygnaðurin í felagsskapinum varð broyttur í vár.


Ymsar smærri tillagingar vórðu gjørdar í nøkrum reglugerðum hjá Ítróttasambandinum sum fylgja av broytta bygnaðinum hjá felagsskapinum.


Eisini skuldu tveir nýggir nevndarlimir veljast, nú starvsnevndin sambært nýggja bygnaðinum skuldi víðkast úr trimum upp í fimm limir.


Tvey uppskot vóru komin inn til teir báðar nevndarsessirnar, og vóru tey vald uttan mótvalevni.


Nýggju nevndarlimirnir í Ítróttasambandi Føroya eru Katrin Abrahamsen, fyrrverandi varaforkvinna í Føroya Fimleikasambandi, og Sølvi Reinert Hansen, fyrrverandi ÍSF-forseti.


Hinir nevndarlimirnir í Ítróttasambandi Føroya eru Petur Elias Petersen, forseti, Petur Ove Petersen, varaforseti, og Anna Rein, skrivari.