Nevndarval í Starvsmannafelagnum

Tveir nevndarssessir stóðu fyri vali, tá Starvsmannafelagið hevði aðalfund seinnapartin.
 
Vald í nevndina blivu Bjørg Jacobsen, sum starvast á Føroya Tele og Svend Åge Seloy, ið starvast á landssjúkrahúsinum. Bjørg varð fyrst vald við 131 atkvøðum, meðan Svend Åge varð næst valdur við 96 atkvøðum.
 
Alma Hansen, sum starvast hjá Tórshavnar kommunu og Rúni Lisberg, ið starvast hjá Strandferðsluni vórðu vald sum ávíkavist 1. og 2. tiltakslimur til nevndina í Starvsmannafelagnum.
 
Nevndarlimirnir í Starvsmannafelagnum verða valdir fyri trý ár í senn, og skuldu tveir sessir mannast hesaferð. Næstformaðurin Niels á Reynatúgvu, hevur sitið tríggjar setur og kundi tí ikki stilla uppaftur. Hin sessin hevði Svend Åge Seloy, sum nú er valdur í nevndina eitt skeið afturat.
 
Myndin omanfyri: Nevndin í Starvsmannafelagnum, eftir aðalfundin í Smæruni seinnapartin, frá vinstru: Jóngerð Simonsen, Rúni Lisberg, Bjørg Jacobsen, Súni Selfoss, Alma Hansen, Hilmar Augustinussen og Svend Åge Seloy