Nettoskuld landskassans 600 mió. kr. við ársenda 2020

Við ársenda 2020 var lánsbrævaskuld landskassans 5,3 mia. kr.. Samstundis var gjaldførið hjá landskassanum 4,7 mia. kr. Tað vil siga, at nettoskuldin, tað er skuld frátrekt gjaldføri, var 600 mió. kr. við ársenda 2020. Samanborið við ársenda 2019 var lándsbrævaskuldin hjá landskassanum 3,7 mia. kr. og gjaldførið 3,5 mia. kr, tað vil siga ein nettoskuld á 200 mió. kr.

Skuldin hjá landskassanum er sett saman við fimm lánsbrævarøðum. Øll lán eru standandi – tað vil siga, at bara renta (og ikki avdráttur) verður goldin í lánitíðini. Lániupphæddin verður goldin aftur í einum, tá ið lánitíðin er av.

Mynd 1 vísir miðalrentuna við ársenda, sum landskassin rindar av lánsbrævaskuldini. Í 2020 rindaði landskassin í miðal 0,51% í rentu av sínum lánum. Rentan, sum Føroyar rinda í sambandi við lántøku, er nógv minkað seinastu 10 árini. Í 2011 var rentan á lánsbrævaskuldini í miðal 3,04%. Um rentan var á sama støði sum í 2011, høvdu rentuútreiðslurnar hjá landskassanum verið í miðal 133 mió. kr. hægri fyri verandi skuld á 5,3 mia. kr.

Vanliga endurfíggjar/tekur landskassin lán á hvørjum ári. Í juni 2020 tók landskassin tvey lán, eitt tvey ára lán á 1,3 mia. kr., her var effektiva rentan -0,081%, og harumframt eitt 5-ára lán á 1,645 mia. kr., við eini effektivari rentu á 0,185%. Samlaða lántøkan í 2020 var tí 2,945 mia. kr., harav 1,345 mia. kr. vóru nýttar at rinda lán aftur við, meðan tær 1,6 mia. kr. er partur av gjaldføristilbúgvingini hjá landsstýrinum orsakað av Covid-19.

Næsta lán hjá landskassanum fellur til gjaldingar í juni 2021 og er 1,35 mia. kr. stórt. Av tí at undirskotið á fíggjarlógini í 2020 verður væl minni, enn mett tá lántøkan í juni 2020 fór fram, er ríkiligt til av gjaldføri í landskassanum (sí greinastubba her á síðuni ”Gjaldføri hjá landskassanum er ríkiligt”). Tí er væntandi, at landskassin fer at rinda niður av lánsbrævaskuldini í sambandi við komandi lántøku í juni.

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans 2020 her