Nema keypir Synack

Fyri at styrkja sínar førleikar innan KT-infrakervi hevur Nema keypt fyritøkuna Synack. Hetta er liður í at røkka málinum at gerast Føroya fremsti veitari av KT- og samskiftis loysnum.

Tíðindaskriv:

Synack er ein av fremstu fyritøkunum í Føroyum at ráðgeva um og reka KT-infrakervi. Felagið hevur umleið 80 kundar, herav er ein partur uttanfyri Føroyar. Synack varð stovnað í 2012 og hevur í dag 8 starvsfólk.
 
“Synack er ein fyritøka við sera sterkum førleikum, royndum og tøkniligum serkunnleika. Fyritøkan virkar á sama marknaði sum vit, og samanleggingin fer at styrkja okkara møguleikar at veita framkomnar tænastur innan KT-infrakervi í Føroyum. Her eru heilt nógvir fyrimunir og synergi við at savna hesar báðar fyritøkurnar” sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema.
 
Heðin Ejdesgaard Møller, stjóri í Synack, sær eisini stórar fyrimunir í samanleggini: “Vit eru ein lítil fyritøka við sera dugnaligum KT-serfrøðingum. Í Nema verða vit partur av einum nógv breiðari hópi av fólki við ymiskum førleikum, sum harvið verða gagnnýttir nógv betri.”
 
Starvsfólkini í Synack flyta í næstum niðan á høvuðssætið hjá Nema á Smyrilsvegi.