Neistin-Madeira SAD, leygarkvøldið 8. okt. kl. 19.00 í Høllini á Hálsi
Sum kunnugt hevur manslið Neistans vunnið seg víðari í Evropacup kappingini - sum fyrst hondbóltslið nakrantíð - og skal í øðrum umfari leika móti næstbesta liðnum í Portugisisku kappingini, sum er heimahoyrandi á oynni Madeira.
Hetta er spennandi avbjóðing og eitt forkunnugt lið at spæla í móti.
Neistin hevur í vikuni givið eitt blað út, sum er borið i hvørt hús i Tórshavn og í blaðnum er nógv áhugavert at lesa - blaðið er viðheft hesum maili og fjølmiðlar eru vælkomnir at nýta tilfar úr tí.