Navigare necesse est - brot úr føroysku sjóvinnusøguni

Norðurlendskur skjalasavnsdagur - ”Opið hús” á Landsskjalasavninum:


Havið hevur altíð havt stóran týdning fyri og stóra ávirkan á føroyska samfelagið. Hetta merkist í gerandisdegnum og sæst eisini aftur í teimum skjølum, sum Landsskjalasavnið hevur í varðveitslu.


Savnið hevur í goymslum sínum skipaskrásetingarskjøl, manningarlistar, mynstringarbøkur, skipsdagbøkur, mátibrøv, próvbøkur fyri sjóvinnuútbúgvingar, mynstringarbøkur o.m.a., ið hevur við sjóvinnu at gera.


Leygardagin 10. november hevur Landsskjalasavnið, í sambandi við Norðurlendska skjalasavnsdagin, “opið hús” frá klokkan 14 til 18 og tá verður so møguleiki at síggja hetta tilfar umframt nógv annað, ið er til skjals á savninum.


Eisini Norðoya Fornminnasavn hevur opið leygardagin. Møguleiki verður at síggja skjøl og savnindi, ið hava samband við skipasøguna í Norðoyggjum.


“Av bekki á skipabunka” - áhugaverdur fyrilestur á skjalasavnsdegnum


Í sambandi við norðurlendska skjalasavnsdagin heldur Óli Olsen, rithøvundur og fyrrverandi sjómansskúlalærari, áhugaverdan fyrilestur, ið hann nevnir “Av bekki á skipabunka - motorbátaøldin tekur við”.


Fyrilesturin verður leygardagin 10. november klokkan 15 í Loftsstovuni hjá Føroyamálsdeildini í V. U. Hammershaimbsgøtu 16 í Tórshavn


Á hvørjum ári verður, í øllum norðanlondum, hildin Skjalasavnsdagur annan leygardag í november mánað. Landsskjalasavnið hevur í hesum sambandi ”opið hús” leygardagin 10. november tá opið er fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18. Høvi verður at vitja lesistovu og høvuðsgoymslu í V.U.Hammershaimbsgøtu 11.


Vanliga eru tað annars bert starvsfólk á Landsskjalasavninum, sum hava atgongd til goymslurnar.


Eisini Norðoya Fornminnasavn hevur opið henda dag. Møguleiki verður at síggja skjøl og savnindi, ið hava samband við skipasøguna í Norðoyggjum.