Hvørji krøv og rák hevur framtíðin at bjóða eini fiskivinnutjóð sum okkara á burðadygga økinum? Hvussu eru møguleikarnir fyri framburði og vinnuligum vøkstri í hesum høpi?
Nakað av hesum fer Kjell Bjordal at røða um á ársins Vinnudegi. Kjell Bjordal hevur 30 ára royndir sum leiðari í norskum vinnulívi. Fyrst og fremst sum samtaksstjóri í EWOS-Gruppen frá 1998 – 2013 og í Glamox-gruppen frá 1989 – 1998. Av útbúgving er hann siviløkonomur frá Norges Handelshøyskole við fiskivinnubúskapi sum høvuðsgrein.
Kjell Bjordal fæst nú einamest við nevndararbeiði og røkir í løtuni hesi størv:
- Formaður í Norges Forskningsråd, HAV (maritim, marin, aquakultur og polar)
- Formaður í Nordlaks-konsernet
- Formaður í Sparebank 1 SMN
- Formaður í Axio/Axess Group
- Formaður í Norsk Landbrukskjemi
- Næstformaður í Entra ASA