NATA lýsir eftir umsóknum

Nú er møguleiki at søkja um stuðul frá NATA (North Atlantic Tourism Association) til ferðavinnuverkætlanir og kunningar- og námsferðir.


NATA er samstarvsavtala ímillum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at skapa sambond millum ungdóm í teimum trimum londunum.


Umsóknarfreistin er mánadagin 13. februar 2012.


Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað á donskum ella enskum.


umsóknarblað til kunningar- og námsferðir kann takast niður her (doc). Ensk umsóknarbløð fáast við at skriva til info@visitfaroeislands.com.


Umsóknir skulu sendast teldutøkar til mette@industry.fo.


Nærri upplýsingar um NATA og stuðulsmøguleikarnar fáast við at venda sær til Mette Kibsgård, skrivara hjá NATA á mette@industry.fo.


Lýsingin sæst her (pdf).


http://visitfaroeislands.com/Files/Filer/VisitFI2010/PDF/Studulsskipanir%20NATA.pdf