Narko á fløsku

Seinnapartin mánadagin fær løgreglan í Havn handað 130 gram hasj, 8-9 gram av heroin, og nakað av hasj-fræ, ið varð funnið, sum vrakgóðs í Kvívík. Bjarni Dam fekk onga finningarløn...Oyggjatíðindi 17. desember 2008.


Á politistøðini í Havn fingu tey eina serliga uppliving, tá Bjarni Dam av Leynum, kom inn á støðina.


Hann var als ikki ørindaleysur, men var komin við einari plastikk-fløsku, sum hann ikki ivaðist í, innihelt hasj, og tað, sum var sterkari.


Plast-hylkið hevði Bjarni funnið á brimgarðinum í Kvívík.


Í honkini hekk ein bláur sjekil, har tunt band kundi hava verið bundið í okkurt, kanska eina boyu, men var slitnað.


Tá innihaldið bleiv hvølvt á borðið hjá løgregluni, var ein nakað, ið kundi mint um eina sjokolátu, pakkað inn í plastikk. Hetta var hasj í plátum, sum, kunnu vit heilsa og siga, als ikki luktaði av sjokolátu.


Hetta luktaði sera illa.


Annars vóru tveir lítlir posar í eisini, annar størri enn hin.


Ein everska lítil fløska var eisini í plastikkhylkinum við áskriftini Sigma, ið hevur við ávíst málingamerki at gera, ið eisini verður selt í Føroyum.


Men í hylkinum vóru eisini tveir lutir, sum løgreglan helt kundi hava somu funktión, sum sokallaðu vatnpípurnar í miðeystri, bara í ministødd, til brúk saman við minifløskuni úr plastikk.


Í hylkinum var eisini eitt battarí, og tvær blinklyktir.


Onnur var reyð. Her var onki battaríð í. Hin var glaslitað, men við at trýsta á hesa, fór lyktin at blinka.


Men onki blunk var tá Bjarni Dam fann hylkið á brimgarðinum í Kvívík.


Løgreglumaðurin spurdu Bjarna um hann varnaðist nakað serligt, tá hann fann hylgið - um t.d. ávísir persónar vísi fonginum áhuga, men tað gjørdi hann ikki.


Løgreglan kundi ikki koma við nakrari niðurstøðu, men hildið var, at hetta kundi vera blakað út av skipið, men bara ikki funnið aftur.


Á vektini hjá løgregluni bleiv staðfest, at talan var um 125 gram av hasj, og 8-9 gram av heroin, og nakað av hasjfræ.


Løgreglan upplýsti, at um persónur verður tikin við hasj, so telja tvey gram til privata nýtslu, sum útloysir eina bót. Alt omanfyri hetta má metast at skula seljast.


Upplýst var, at t.d. í gøtuhandli, kann eitt gram av hasj seljast fyri 3-400,- krónur, so her vóru rúsevnir fyri munandi meira enn hálvthundrað túsund krónur.


Fyri at staðfesta innihaldið, tók løreglan hylkið til nærri kemiskar kanningar.


Tá innihaldið var kannað, kom politisturin aftur við tveimum smáum gløsum, og staðfesti, at talan var um narko, og at tað kundi síggjast á bláa litinum.


Og síðani fingu vit eitt sindur at vita um narko-smugling. Tað var t.d. ikki óvanligt, at posar við salti vóru bundnir til eitt hylki, sum sakk á botn av tyngdini, men flotnaði so aftur tá saltið var upployst.


Bjarni Dam fekk onga finningarløn, men fekk takk fyri at hava víst gott samfelagssinni, og soeiðis eisini hevði forða, at hinnihaldið endaði millum børn og ung.


Har var sanniliga talan um narko á fløsku.