Nakrir spurningar til Havstovuna

Nakrir spurningar til Havstovuna í samband við samrøðuna sum Útvarp Føroya hevði við Jan Arge Fiskifrøðing, um makrel, tann 9 februar 2012.


Samrøða snúði seg um hvørja ávirkan, ið makrelur hevur ella kann hava á botnfiskastovnarnar undir Føroyum. Evni er sera viðkomandi og tí er samrøðan líkaso áhugaverd.


 Ført verður fram í samrøðuni, at tað er einki ið týður uppá, at makrelur hevur nakra beinleiðis ávirkan á tosk, hýsu og upsa undir Føroyum. Beinleiðis ávirkan í hesum førum sipast helst til at makrelur ikki etur yngul av hesum fiskastovnum.


Skal seinri í vikuni venda aftur til hetta við at makrelurin ikki ávirkar tosk , hýsu og upsa.


Undir samrøðuni segði Jan nakað annað, sum var sera áhugavert. Hann segði ” Vit hava havt ár har tað hevur verði nógv nebbasild og eisini makrelur og tað mótsatta”.


Hetta er sera áhugaverd upplýsing. Av tí at henda upplýsing ikki hevur verði frammi fyrr so er neyðugt at spyrja meira nágreiniligt inn til evnið.


• Hevur Havstovan verði varug við nógvan makrel og nógva nebbasild í føroyskum sjógvi samstundis ?


• Hvørji ár snýr hetta seg um ?


• Hvussu vóru makrelstovnurin og nebbasildastovnurin fyri tá ið ”tað mótsatta” var tilfeldið ?


• Hvussu vóru kanningarnar gjørdar ið vístu á nógva makrelin ?


• Hvussu stórur var fiskiskapurin av makreli í føroyskum sjógvi hesi ár ?


• Er henda vitan nýtt í samband við fiskivinnusamráðingarnar um makrelin ?


• Er henda vitan framløgd fyri Føroya fólki ?


• Hvar kunnu upplýsingar fáast til vega um hesi ár við nógvum makreli og nógvari nebbasild í føroyskum sjógvi


Her eru sera nógvir spurningar, ið politikara og almenningurin eiga at fáa svar uppá nú makrel tjakið er frammi.


Meinhard Jacobsen


Msc Fiskivinnutøkni