Mong teirra, sum síggja okkum í dag, seta sær kanska eitt nýtt og spennandi mál, so tey siga við seg sjálvi: Næstu ferð skal eg eisini við, segði Heðin Mortensen, tá hann setti stóru renningina í Havn í gongd í gjár.
Hetta er enn einaferð eitt gott tiltak, har vit vilja røra okkum, annaðhvørt vit so ganga ella renna. Nøkur eru við fyri at kappast, men eg tori at halda, at tann stóra fjøldin av okkum er við, tí vit vilja okkum sjálvum tað væl og tí okkum dámar at røra okkum.
Fyrsta marathon-renningin nakrantíð í Havn var í 2003, og árið eftir vóru stig tikin til ta fyrstu Fólkaheilsurenningina – og síðani hevur verið dúgliga runnið.
At knýta hesi bæði tiltøk saman, hevur eisini víst seg at rigga sera væl, og her eru bæði børn og ung, tilkomin og gott og væl tað, gentur og dreingir, kvinnur og menn, og hvør sær hava vit sett okkum eitt gott mál fyri dagin í dag.
Sum nevnt, so er kappingarhugurin frammalaga hjá summum, og í tí sambandi er hugaligt at síggja, at sera nógvir luttakarar hava meldað til bæði ½ og heilt marathon bæði úr Føroyum og útlandinum. Eftir hesum at døma eru luttakarar úr Norðanlondum, USA, Onglandi, Fraklandi, Týsklandi, Italiu, Sveits, Østurríki, Slovakia ja heilt úr Kenya.
Fari at siga takk til Diabetesfelagið, Hjartafelagið, Apotekið, Heilafelagið, Fólkaheilsufelagið, Bragdið og Sportmaster, sum saman við SMS, vinnufyritøkum og Tórshavnar kommunu hava sett bæði heilsu og renning í fokus seinastu dagarnar.
Umframt, at vit gera okkum sjálvum eina góða tænastu, tá vit eru við í einum tiltaki sum hesum, so kunnu vit eisini vera við til at hjálpa øðrum í gongd. Eg eri vísur í, at mong av okkum hava funnið íblástur til at fara í gongd, tí vit hava sæð onnur runnið og rørt seg.
Og upp á sama máta verða tað kanska fleiri, sum síggja okkum í dag, ið seta sær eitt nýtt og spennandi mál, so tey siga við seg sjálvi: Næstu ferð skal eg eisini við!
Nú fara vit at hita upp, og um eina løtu leggja vit til brots, og eg við hesum fáu orðum enda við at takka fyrireikarunum fyri eitt gott arbeiði og at ynskja okkum øllum somlum ein góðan túr!
And to our runners from abroad. We wish you very welcome to the Faroes. We hope you will have a good experience today, and that you will enjoy the stay in our islands. Takk fyri! Og havi øll ein góðan dag, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti renningina í gongd í gjár.