Nær er eitt málsøki er nóg nógv íligið til ikki at kallast nýtt...

§52a-fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum

1. Hvørji lond í Europa – umframt Danmark - hava einsæris valt at halda eyga við systemiskum fíggjarligum váðum við at stovna fíggjarlig váðaráð eins og ætlanin er at gera tað í Føroyum?

2. Hvørji amboð eru í hondunum á føroyskum myndugleikum – umframt tey, sum eru í hondunum á danska fíggjareftirlitinum - at handfara systemiskar váðar?

3. Eru føroyskir peningastovnar, sum eru undir donskum fíggjareftirliti, umfataðir av arbeiðnum hjá Føroya váðaráði ella Det danske risikoråd?

4. Um Føroya váðaráð sum makroprudentiellur myndugleiki mælir myndugleikunum til at
økja um kapitalkrøvini til peningastovnar, hvør myndugleiki kann tá seta hesi krøv til peningastovnarnar?

5. Er “Anordning nr. 37 af 16/01/2015 om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 1 i lov om 
ændring af lov om finansiel virksomhed v.m.” galdandi rættur á økinum?

6. Er fyrimyndin fyri Føroya váðaráði European Systemic Risk Board, ESRB – og kann  yvirskipaða uppgávan at greina systemiskar fíggjarligar váðar í øllum ES við sínum

508.200.000 íbúgvum samanberast við uppgávuna at greina systemiskar fíggjarligar váðar í Føroyum við sínum sløku 50.000 íbúgvum?

7. Hvussu er talan um eitt nýtt málsøki, tá eitt samt Løgting, herundir eisini núverandi 
landsstýriskvinna í fíggjarmálum, 5. desembur 2014 hevur samtykt løgtingsmál nr. 41 og harvið lóggivið fyri myndugleikanum hjá Det danske risikoråd í Føroyum?

8. Um lógaruppskotið verður samtykt, er tá talan um, at málsøkið reelt er yvirtikið?

Landsstýriskvinnan hevur lagt fyri Løgtingið tingmál nr. 8/2016: Uppskot til løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð. Sum orsøk til, at uppskotið er lagt fram, verður upplýst, at eitt úrslit av seinastu fíggjarkreppuni var, at: ...flestu lond styrktu yvirskipaða fíggjarliga eftirlitið í samfelagnum, og settu eisini á stovn tvørgangandi fíggjarlig váðaráð,

ið skuldu tryggja... Tá hetta uppáhald verður brúkt sum grundgeving fyri, at Føroyar eisini 
skulu hava egið fíggjarligt váðaráð, er neyðugt at fáa at vita, um og hvussu “flestu lond” 
ítøkiliga hava skipað hesi viðurskifti.

Føroyar hava ikki egið fíggjareftirlit. Hesin veruleiki avmarkar í stóran mun teir møguleikar, sum føroyskir myndugleikar hava at handfara óstøðug viðurskifti á fíggjarmarknaðinum. Ein av grundgevingunum fyri at lata 2 umboð fyri danska fíggjareftirlitið vera partur av Det danske risikoråd er júst, at týðandi amboð at handfara systemiskar váðar liggja í hondunum á fíggjareftirlitinum. Hesi amboð hava føroyskir myndugleikar ikki. 

Landsstýriskvinnan hevur enntá fyri Tinginum upplýst, at ongar ætlanir eru um at útvega føroyskum myndugleikum hesi amboð. Tí er viðkomandi at fáa greiðu á, um skikkaði amboð finnast í føroyskum hondum at handfara systemiskum váðum.

Ivi er um myndugleikabýtið. Føroyskir peningastovnar eru undir donskum fíggjareftirliti. Eitt 
einmælt Løgting hevur harumframt 5. desembur 2014 samtykt, at lóg um Det danske risikoråd skal galda fyri Føroyar. Viðkomandi er at spyrja, um lítla landið Føroyar skal hava tvey váðaráð – eitt føroyskt og eitt danskt – samstundis sum fleiri lond í Europa ikki enn hava stovnað egið fíggjarligt váðaráð.

Tað hevur týdning at fáa greiðu á, um føroyskir myndugleikar kunnu áleggja føroyskum 
peningastovnum hækkað kapitalkrøv. Fíggjarøkið er ikki yvirtikið málsøki, og eru føroyskir peningastovnar tí ikki undirlagdir føroyskum myndugleika. Upplýst verður tó í viðmerkingunum til uppskotið, at eitt møguligt tilmæli kann verða at økja kapitalkrøvini til peningastovnarnar. Átrokandi er at fáa at vita, hvør myndugleikin er, ið hevur skyldu at fylgja slíkum tilmæli.

Upplýst verður í uppskotinum, at talan er um nýtt málsøki. Spurningurin er, um landsstýriskvinnan sigur satt fyri Løgtinginum, tá eitt samt Løgting, íroknað alt Tjóðveldi á Løgtingi, tann 5. des. 2014 hevur samtykt, at hetta málsøkið skal umsitast av Det danske risikoråd. Enntá hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum heitt á danskar myndugleikar at víðka uppgávuna at hava eyguni við systemiskum váðum til eisini at umfata tryggingargeiran, sum er undir føroyskum málsræði. Um talan er um nýtt málsøki, hóast lóggivið er á økinum fyri 18 mánaðum síðani, má ein alment galdandi niðurstøða gerast um, nær eitt málsøki er nóg nógv íligið til ikki at kallast nýtt.

Bill Justinussen